Viðtøkur fyri Bóltfelagið Royn

Seinast dagført á ársaðalfundi 14. januar 2023.

Navn, heimstaður og endamál

Grein 1

Navn felagsins er ROYN. Felagið hevur heimstað í Hvalba, og er leikvøllur felagsins staðsettur á Skørðunum í Hvalba.
Endamál felagsins er at geva limunum høvi at leika fótbólt. Aðrir bóltleikir og annar ítróttur kann takast við í virki felagsins.

Limaskapur

Grein 2

Fyri at gerast felagslimur, má viðkomandi hava fylt 6 ár. Limir hava ikki atkvøðurætt fyrr enn teir eru fyltir 14 ár. Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum á hvørjum ári. Limagjaldið verður goldið í januar/februar.

Grein 3

Limur, ið stendur í eftirstøðu við limagjaldi sínum fyri tvey ár, verður strikaður av felagnum, um hann ikki aftaná áheitan letur við seg koma.

Grein 4

Bert limir hava atgongd til venjingar í ítróttargreinum felagsins. Stjórnin kann tó geva serloyvi í vissum førum.

Grein 5

Fyri at gerast limur í felagnum, skal ein venda sær til kassameistaran. Áðrenn limur fer úr felagnum, skal hann til kassameistaran hava goldið tað, hann skyldar felagnum.

Árs- og eykaaðalfundur, leiðsla og ábyrgd

Grein 6

Ársaðalfundurin hevur hægsta myndugleika í viðurskiftum felagsins. Ársaðalfundurin verður hildin millum 1. januar og 1. apríl. Eykaaðalfundir og limafundir kunnu haldast so ofta, stjórnin heldur tað vera neyðugt, ella um 10 limir skrivliga krevja tað. Ársaðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi 1/10 limum møta, annars verður hann kunngjørdur av nýggjum við 8 daga ávaring, og er hann tá viðtøkuførur uttan mun til, hvussu mangir limir møta.
Rætt til at møta og atkvøða á aðalfundinum hevur tann, ið goldið hevur limagjald fyri farna árið og stendur ikki í eftirstøðu.
Avgerðir á ársaðalfundinum verða gjørdar við atkvøðumeiriluta. Atkvøðan við val av stjórn fer fram í loyndum. Avgerðir í øðrum málum fara fram við at rætta hondina upp, um ikki limur ynskir tað á annan hátt.

Grein 7

Stjórnin kunngerð ársaðalfundin við gøtuuppsløgum í minsta lagi 14 dagar frammanundan.

Grein 8

Ársaðalfundurin hevur hesa føstu fundarskrá:
1. Formaður greiðir frá virki felagsins í farna árinum.
2. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur til góðkenningar.
3. Val av nevndarlimum, eykamonnum og grannskoðara.
4. Innkomin mál.
5. Ymiskt

Grein 9

Aðalfundur felagsins velur eina nevnd, ið telur 7 limir. Hesir limir standa fyri vali soleiðis, at fýra standa fyri vali annaðhvørt ár, og tríggir annaðhvørt ár. Nevndin kann eisini skipast við 5 ella fleiri limum, um aðalfundurin og valdu nevndarlimirnir góðtaka hetta. Tveir eykamenn verða eisini valdir, og standa hesir fyri vali á hvørjum ári. Nevndin hevur allan ítrótt um hendi, setur venjara, og hevur alla ábyrgd av rakstrinum av felagnum. Nevndin kann skipa undirnevndir til at taka sær av ávísum økjum, so sum ungdómsdeild o.a. Nevndin kann eisini seta ein stjóra at taka sær av rakstrinum av felagnum.

Grein 10

Avgerðir tiknar á aðal-, eykaaðal-, lima- ella stjórnarfundi verða ritaðar í gerðabók felagsins, ið framløgd verður á aðalfundinum. Í gerðabókina verður eisini ritað úrslitið av hvørjum einstøkum dysti, eins og stutt frágreiðing. Formaðurin ella skrivarin kann eisini rita í gerðabókina serhendingar, ið týdning hava fyri søgu felagsins.

Roknskapur

Grein 11

Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.
Kassameistarin flýggjar roknskapin fyri farna árið til grannskoðaran um miðjan desember, og hann handar hann aftur til grannskoðan til formannin síðst í januar. Stjórnin hevur til eina og hvørja tíð rætt til at síggja roknskap og skjøl felagsins.

Skilhaldsreglur og atburður

Grein 12

Stjórnin tekur út øll kappingarlið í samráð við venjara ella úttøkunevnd, ið stjórnin er heimilað til at velja.
Á útferðum setir stjórnin ein ferðaleiðara, og hevur hann ábyrgd av, at alt fer regluliga fram, eins og hann er skyldugur at geva stjórnini frágreiðing um ferðina og teir dystir, ið leiktir eru.
Á leikvøllum hevur hvørt lið ein dystleiðara, ið valdur er av leikarunum, og eru leikararnir honum lýdnir.
Dystleiðarin eigur at vera kønur í kappingarreglum og teimum reglum og skipanum, leikað verður undir. Dystleiðarin er hjástaddur við lutakast at valja mál, umboðar liðið í øllum viðurskiftum og gevur stjórnini frágreiðing frá starvi sínum.
Tað er skylda limanna at vera lýdnir lógum felagsins, so at vinsemi, gott samanhald og fram um alt ítróttarhugur verður felagsins eyðkenni.

Grein 13

Um limur skaðar felagið í atburði sínum, kann hann útihýsast við aðal- ella eykaaðalfundaravgerð.

Avtøka

Grein 14

Avgerð um avtøku felagsins kann bert fremjast á einum aðalfundi, ið kunngjørdur er til hetta sama endamál við 14 daga ávaring.
Slíkur fundur er bert viðtøkuførur, tá ið 3/4 av felagslimunum møta. Avtøkan kann bert fremjast, um 5/6 av atkvøðunum eru fyri tí.

Grein 15

Um felagið verður avtikið, skal tað, ið felagið eigur, aftan á hava staðið 30 ár inni á eini serkonto, falla til Arbeiðsmannafelagið.
Um tað hendir, at felagið verður uppafturtikið innan fyri tey áðurnevndu 30 ár, skal tað, sum stendur á hesi bankakonto fella aftur til felagið. (Hetta sama er galdandi, um annað felag verður stovnað her á plássinum við sama endamáli)

Veðseting

Grein 16

Ognir felagsins kunnu ikki veðsetast, t.d. við lántøku, uttan aðalfundarsamtykt.

Broyting í viðtøkum

Grein 17

Uppskot til broytan ella tilskilan viðvíkjandi felagslógini kann bert viðgerast og avgerast á einum aðalfundi, aftaná at hava verið til umrøðu á einum eykaaðalfundi.
  • royn@royn.fo
  • Bíarvegur 114, FO-850 Hvalba
  • royn@royn.fo
  • Bíarvegur 114, FO-850 Hvalba