Søgan

Tey flestu her um vegir, ið hava áhuga fyri fótbólti, vita helst, at Bóltfelagið Royn er stovnað 1923, men hví og hvar vita kanska ikki øll. Eg sat sum nevndarlimur og skrivari í Royn í fleiri ár og fór tí at leita í tí lítla, ið fanst í gerðabókum felagsins, men havi onki funnið hesum viðvíkjandi. Gjørdi tí av at spyrja Olivur við Bakkhús, hvat hann visti at siga um málið.

Stovnanin

Olivur sigur, at teir, ið vóru við at stovna felagið komu saman í stovuni við Bakkhús 23. okt 1923. Hann var tá sjálvur 6- ára gamalur.
Húsini við Bakkhús, har Royn varð stovnað
Stovan við Bakkhús, har Royn varð stovnað
Stovan var full av ungum monnum, tí minnist hann hetta so væl. Klokkan var átta um kvøldið, og momman bað Andreu systir og seg fara á loftið í song. Olivur sigur, at hann var so forvitin, sum børn jú ofta eru, og vildi sleppa inn í stovuna at vita, hvat var í tveimum stórum pakkum, sum vóru komnir har at standa, og sum Hans Pauli bróðir hevði verið á posthúsinum úti í Stórstovu eftir. Momman fór so á loftið við Andreu og biður so seg koma eisini.

- Eg sat skóleysur, hevði latið meg úr hosunum. Men tá ið tær báðar vóru farnar upp trappurnar, setti eg trýnið inn um stovuhurðina.

Har sótu Niels á Hamri og Jóan Petur hjá Hermundi, ið báðir vóru gubbar at mær,  teir sótu beint innan fyri hurðina. Tá sigur Jóan Petur við Niels: ”Hygga gudsonurin hjá okum, hvar hann stendur, kom higar gavle kom.”

Eg fór so inn, lat hurðina aftur, og sloppin var eg.

So fóru teir at lata pakkarnar upp. Í tí fyrra vóru bláar troyggjur, og so komu tær svørtu, og fyri seg sjálvan vóru merkini í einum lítlum pakka.

Síðan kom bólturin, ið var av leðri, ein pumpa og ein nál at draga lissuna við. Pumpan var til, líka fram til kríggið, tað minnist eg.

Avgjørt varð, at 1. lið skuldi hava tær bláu troyggjurnar, og 2. deild skuldi hava tær svørtu, ongar buksur vóru. Troyggjurnar vóru so deildar út, og eg kann minnast allar menninar og havi eisini kannað seinni, hvørjir teir vóru.

Tað var ein maður úr Nesi, tað var Petur Næs, vanliga nevndur Petur í Nesi undir Lítlahamri. Úr Giljum var Tummas hjá Símuni. So var Hans Pauli bróðir við Bakkhús. Fara vit longur vestur í Garðsina, koma vit til Olaf hjá Lottu, hann var málmaður hjá teimum. Hjá Elini Malenu vóru tað Jákup Midjord – Dilleron nevndur  og Jens Mohr. So fara vit niðan í Geilina. Har var Jákup í Geilini, pápi Hjørmund og teir allir brøðurnar, also Jákup Vang.

So fara vit vestur á Hamar. Har vóru brøðurnir Hentzar og Niels á Hamri (á Havre) og so Jóan Petur hjá Hermundi. So var Jákup hjá Elsu Mariu, Jákup Ziskason hjá Palla, sum fleiri helst minnast hevði resturatiónina Jack Ruby úti Skálum. So kemur Erling á Hamri (á Havre) beiggi Henzar og Niels, men eg minnist ikki, um hann var við í stovuni hetta góða kvøld. Hesir menninir vóru so teir eldru, og teir paraðu seg so saman at manna 1. lið.

Eg kann leggja afturat, at Hentzar og Niels ofta vóru og vitjaðu eldru systrina Dagmar, ið var gift í Vágunum við Andriasi innanfyri Á, ið var við at stovan MB í 1905.

Hentzar og Niels spældu fleiri ferðir við miðvingum.

Eg minnist, at Jákup í Geilini ripaði Otvaldi í Króki eina svarta troyggju:” Nei Otvald, tú verður fýrbøtari, tú fær eina svarta.” Við tað, at teir á 2. liði høvdu hesar svørtu troyggjurnar vórðu teir róptir fýrbøtararnir.

Á 2. liði vóru m.a. Niels Petur, bróðir við Bakkhús, og Eliesar á Hólalagi. Eliesar doyði seinni við Cheerful. So var tað Danjal hjá Johan í Króki abbi Johan hjá Olinu, sum fleiri kanska kenna. Eisini var Viggo á Hamri við, beiggi Hentzar, Niels og Erling. Hesir her nevndu vóru yngri enn teir á 1. liði, eini 16 ára gamlir. M.a. hesir vóru á fýrbøtaraliðinum.

Síðani spurdi eg Olivur, hvør var komin við hesum her at stovna Bóltfelagið. Til tað svaraði hann, at tað var kanska ringt at siga, men Hans Pauli bróðir hansara gekk í realskúla í Havnini, og har var spenningur í fótbóltinum, tí har vóru  jú lið stovnað, og ofta varð farið niðan í Gundadal at hyggja at. Hetta var í 1922, at Hans Pauli var í Havn. Síðani fór hann til Skúvoyar at vera vikarur har. So á heysti 1923 kemur hann til Hvalbiar, og tá varð so Bóltfelagið stovnað.

Teir hava so tosað um málið, Niels á Hamri og teir, og so hevur Hans Pauli bestilt teimum troyggjurnar og merkini. Hann hevði fingið samband við onkran í Danmark. Hetta var so 23. oktobur í 1922 altso á heysti, nú allir fiskararnir vóru heimkomnir. Her kann viðmerkjast, at árið eftir í 1924 fórust tríggir við Gordon burtur av 2. liði. Herluf, sonur Binu Í Búð, Poul Jaspur átti ein, ið æt Jógvan og Danjal á Hólum átti ein eisini.

Sjálvandi bleiv ein hvøkkur í, og alt fall niðurfyri, tað var hvørki dansur ella nakað.

Búmerkið og navnið

Eg spurdi so Olivur, hvussu búmerkið sá dagsins ljós. Tað visti hann ikki reiðiliga at siga, men helt, at Hans Pauli hevði  fingið hugskotið til sjálvan bóltin, meðan hann var í Havnini. Litirnir vóru eisini  hansara uppskot.

Eisini spurdi eg, hví bóltfelagið æt Royn og ikki nakað annað.

”Jú,” segði Olivur, ”ongin á áðurnevnda stovningarfundi helt seg vita, hvat navn hóskaði seg best, men hetta, at spæla fótbólt, skuldi so roynast, og sum gamalt orðafelli er her í Hvalba, varð sagt aftur og aftur: - "Kome nú hinir góvle, roynið, latið ogum royna sum frægast." Roynið, komið nú og latið okum royna at finna eitt gott navn.”

Avgjørt varð so bara at kalla felagið Royn, og eg haldi, at tey flestu eru samd um, at navnið riggar bara væl, liggur væl á tunguni og er lætt at siga.

Olivur heldur fram. ”Flaggið kom Jógvan hjá Edvardi, Jógvan Berg, við undir krígnum. Hann hevði fingið konu Svana Niels í Havnini at seyma flaggið, og hann gav so Royn flaggið í 40- unum.”
Búmerkið hjá Royn

Fyrsta tíðin

Í fyrstani varð ikki spælt fótbólt í fótbóltsstivlum, ei heldur í gummiskóm, tí teir vóru ikki komnir tá, men húðarskógvar vórðu brúktir. Dilleron skuldi einaferð siga á Tvøroyri, at tað skuldi syngja í klossureikinum, tá ið smekkað varð til, tað skuldu tvørámenn fáa at síggja.

Olaf hjá Lottu og Dilleron fóru seinni til Danmarkar í 20-unum.

Aftan á Olaf, ið var málmaður, kom Jacob á Skalla í málið.

Tvøroyri hevði havt bóltfelag í fleiri ár, síðani 1892, men Trongisvágur hevði eisini felag fyri seg sjálvan, og vóru teir ofta í Hvalba og spældu. Spælt varð á sandinum við Bakkhús.

Vit tosaðu so víðari - Olivur og eg. Hann nevndi gomlu roynmyndina, ið hongur í fundarhølunum í Roynhøllini. Myndin er helst tikin á basarinum, tá ið kirkjan varð vígd í 1933.
Roynarar uttan fyri Gamla skúla í Garðsenni í 1933
Á myndini eru Niels Petur bróðir hansara, Tummas hjá Símuni og Eliesar á Hólalagi úr 2. liði. Seinni komu so eisini Levin, Hákun í Garðsenni og Nónstein, ið vóru so ungir, tá ið felagið varð stovnað. Sigurd Holm bróðir Olivur var í málinum. Tummas hjá Símuni og Petur Emil vóru bakkar. Á myndini eru eisini Danjal Johan hjá Jaspuri og Andreas í Mykinesi, Eivind í Garðsenni beiggi Dillon og Jens Mohr. Annars sigur Olivur, at hann eisini sjálvur spældi fótbólt undir krígnum.

Fyrr var tað annars tvørligt at spæla fótbólt á smábygdunum. Tað var bara í Havnini, í Klaksvík og á Tvøroyri, at spælt varð um summarið, tí har vóru krambakallar og aðrir, ið ikki fóru at fiska, meðan smábygdirnar vóru so at siga oyddar fyri mannfólk, so tað var bara um veturin, at spælt varð.

Arbeiði skuldi heldur ikki forsømast, so ofta varð spælt um kvøldið.

Stríðið um vøllin

Sum áður sagt, so var spælt á sandinum, men flóðin spilti ofta spælið.

So varð farið á Fenið, men har vóru teir ofta jagstraðir burtur, tí jørðin var jú heilag fyri teimum gomlu. Eisini varð spælt í Flotanum, men har var óslætt at spæla.

Í samband við kirkjubasarin í 1933, varð spælt á Fenum ímóti 1. liði hjá TB. Royn vann dystin 1-0, og tað er tað liðið, ið er á áðurnevndu mynd í fundarhølunum.

Tá ið jørðsamlingin kom, varð biðið um at sleppa á Fitjarnar úti í Nesi at spæla, men tvørligt sýntist av vera. M.a. lá Linjan har. Hana søgdu spælararnir seg kunna flyta nakað oman á bakkan, um so skuldi vera, men onki kom tó burturúr.

So varð roynt at sleppa vestur á Vilsnabrúgv, har sum skúlin nú er. Nei, tað fekk sama enda sum Fitjarnir. Ognarmenninir noktaðu at lata burtur av haganum til sovorðið rukkulív.

Teir ungu vóru tó so ágrýtnir at fáa ein vøll, at teir ætlaðu sær niðan á Brúnna á Nøsini at spæla, tí har var ein so deiligur slætti. Men hetta datt eisini niðurfyri.

Tá ið so jarðarsamlingin kom, varð tosað við Gregersen útskiftingarmannin.

Hesin bað so felagið fara til allar eigararnar at fáa undirskriftir, at ein vøllur skuldi takast burtur av óbýttum, um ein so kann siga, og so fáa málið fyri á grannastevnuni, tí so hevði hann fingið málið í hendi, og hann skuldi nokk taka sær av málinum, tí kansurin gavst neyvan aftur.

Ymiskt var við undirskriftunum, ikki allir vildu skriva undir,  men tá ið grannastevnan kom, varð málið fingið ígjøgnum við teprum meiriluta.

So kemur sjálv útskiftingin, ongin visti nakað, hvat hvør skuldi hava, og har mitt í Sondunum liggur fótbóltsplenan. Tá vildi fleiri forfarast. At taka sandadeildir til vøll hildu fleiri vera halgibrot.

Men so var at betala. Har vóru ongir ríkir kroppar, allir vóru fiskarar. Men kommunan keypti um hetta mundið átta grundstykkir, og hon kom so at betala plenuna saman við hesum átta grundstykkjunum. Kommunan eigur sum kunnugt plenuna enn tann dag í dag.
Dystur á Skørðunum í gamlari tíð
Dronumynd av vøllinum á Skørðunum í nýggjari tíð
Nú økið varð fingið til vøll, kom av álvara spenningur í.

Øll markini vórðu slættað, og alt skumpað um. Arbeitt varð við hond, og onkrir hestavognar vórðu eisini brúktir.

Plenan var eftir tátíðar meti ein tann besta í landinum, tí hinar plenurnar vóru flest allar av gróti og eyri, meðan hendan í Hvalba var av sandi. Olivur sigur víðari, at plenan í Vági helst var tann ringasta í landinum. Har var stórt grót og runuhyljar allastaðni, so ofta var ringt at fáa bóltin úr stað.

Fyrsti dystur, ið varð spældur á plenuni á Skørðunum, var millum Royn og Sumba, TB-arnir tordu helst ikki at koma- av góðum grundum. Royn vann 8-0.

Eisini vóru porkeningar her og spældu, men teir stóðu seg ikki ímóti Royn.

Sandvíkingar og fáminingar høvdu eisini hold.

Ta einu tíðina hevði Royn so nógv fólk, at tað vóru trý lið.

Venjari var ongin, sum verða man, tá ið Olivur spældi fótbólt.

Fótbóltur fyrr og nú

At enda spurdi eg Olivur, hvussu tað kendist at samanbera fótbóltin, tú sært í dag í sjónvarpinum, og fótbóltin, ið varð spældur fyrr.

Tá fór hann  at flenna.

”Tað ber slett ikki til,” sigur hann. ”Eitt er vist, fyrr bleiv ofta spælt harðliga, og menn vóru treystir, men teknikkurin, hann var lítil og ongin."

Olivur varð føddur 28. mai 1917 og andaðist 30. desembur 2009 – 92 ára gamalur.

Olivur varð gjørdur heiðurslimur í Bóltfelagnum Royn í 2003.

Hesa samrøðuna hevði eg, John Berg, við Olivur við Bakkhús í stovuni hjá honum og Meinu úti í Skálum 9. mars 1998, og tað eri eg sera fegin um, tí hann var helst tann síðsti, ið visti frá hesum at siga.
Olivur við Bakkhús sum ungur maður
John Berg
- Til 100 ára hátíðarhaldið hjá Royn, 21. oktober 2023, varð John Berg gjørdur heiðurslimur í Bóltfelagnum Royn.
  • royn@royn.fo
  • Bíarvegur 114, FO-850 Hvalba
  • royn@royn.fo
  • Bíarvegur 114, FO-850 Hvalba